Films-summarskúlin Nollywood

Filmssummarskúlin, sum Klippfisk skipar fyri, verður í døgunum 8.-15. juli. Skúlin er ætlaður ungum millum 14.-18. ár, ið vilja læra at gera film.

Tíðindaskriv: Nóllywood 2024 verður 8.- 15. juli úti í Nólsoy. Tekna teg við at senda ein teldupost til klippfisk@klippfisk.fo við hesum upplýsingum: – navn- føðingardagur- teldupostur- tlfnr. – navn og tlfnr. hjá foreldrum ella verjaHarumframt verður tú biðin um at skriva í teldupostinum, hví tú vilt læra at gera film, og um tú hevur nakrar royndir við filmsframleiðslu. Royndir eru tó als ikki eitt krav.

Um tú hevur spurningar, ber til at senda ein teldupost til klippfisk@klippfisk.foVinaliga,Anton PetersenKlippfisk22 23 25