‍News

Anton Pedersen the first director to receive our Tax-Reimburse scheme

“To Love” a new feature film by Anton Petersen

Anton Petersen will begin shooting his debut feature film, “To Love”, in March 2019.

“To Love” is a psychological chamber thriller about the tormenting discord between love and hate, told in the form of a passionate night between two seeming strangers, who find comfort in each other after a night on the town. But serious emotions are smouldering beneath the surface and the fateful night has dire consequences.

The film stars Búi Dam and Noomi Kunoy Heradóttir in the leading roles, with Anton’s regular collaborator Rógvi Rasmussen serving as cinematographer.

This will be Anton Petersen’s debut feature film, following his thesis film “Balada”. Anton is a member of Bistrik7, the first generation of filmmakers from Béla Tarr’s film.factory in Sarajevo.

The film is a co-production between Faroe Islands and Denmark, and is supported by MMR Filmsgrunnurin, Tórshavnar Kommuna, BankNordik and was the first film to be approved for the Tax Rebate from Ministry of Foreign Affairs and Trade, which was announced in 2018.


“Eitt sindur um, hvussu vit elska” - nýggjur spælifilmur eftir Anton Petersen

Anton Petersen fer undir upptøkur til sín fyrsta spælifilm, “Eitt sindur um, hvussu vit elska”, í mars mánað 2019.

“Eitt sindur um, hvussu vit elska” er ein psykologiskur spenningsfilmur, ið snýr seg um tvínaðin ímillum mótstríðandi kenslurnar, kærleika og hatur. Søgan fer fram eina ástheita nátt, har tvey, at síggja til, fremmandafólk finna ugga í hvørjum øðrum, eftir einum býartúr. Men máttmiklar kenslur reka undir vatnskorpuni, og lagnutunga náttin fær álvarsamar avleiðingar.

Høvuðsleikarar eru Búi Dam og Noomi Kunoy Heradóttir, meðan Rógvi Rasmussen, ið Anton javnan hevur samstarvað við, verður myndafólk á filminum.

Hetta verður fyrsti spælifilmurin hjá Antoni, ið kemur í kjalarvørrinum av hansara fráfaringarfilmi, “Balada”, frá filmskúlanum film.factory. Anton Petersen er limur av Bistrik7, ið telur fyrsta ættarliði av ungum filmsleikstjórum frá filmskúlanum, film.factory, hjá Béla Tarr í Sarajevo.

Filmurin er ein samframleiðsla við framleiðarum úr Føroyum og Danmark við stuðli frá filmsjáttanini hjá MMR, Tórshavnar kommunu og BankNordik. Filmsverkætlanin er fyrsta verkætlan, ið er góðkend at fáa afturbering frá UVMR, ið kom í gildi í 2018.

...