Seminars

Filmshúsið á Tóff

The Human Shelter (DK)

Leikstjórin Boris Bertram hevur sett sær fyri at kanna nakað so universalt sum eitt heim. Í meira enn tvey ár hevur Boris ferðast í  fýra heimspørtum, har hann hevur gjørt filmsupptøkur og grundað yvir hugtakið eitt heim.

Hetta er ein eksistentiellur filmur um, hvussu vit menniskju skipa og tosa um síni heim. Filmurin ferðast út í heimsins herðashorn og í heimsins brennideplum, har vit menniskju uppliva tær stóru avbjóðingarnar sum veðurlagsbroytingar, býargerð, menniskjaligar vanlukkur, fólkaflytingar og globalisering.

Hvussu skapa menniskju eitt heim her? T.d. í eini flóttafólkalegu fáar kilometrar uttan fyri Mosul? Ella í einum fátækrabýlingi á vatninum í Lagos? Ella fyri so vítt í einum træhúsi í toppinum á einum træi í Uganda?

Leikstjórin Boris Bertram fer at greiða frá filminum, og høvi verður at seta spurningar.

https://www.nlh.fo/fo/toff-torshavn-film-festival/#/3836/the-human-shelter

...