‍News

Risastór viðurkenning av føroyskum filmsfólkum

Filmsleikstjórin Andrias Høgenni er úttikin til Semaine de la Critique kappingina á risastóra Cannes filmfestivalinum við filminum IKKI ILLA MEINT.


Filmurin, sum vann Geytan 2019 – ársins føroysku filmsvirðisløn – er fráfaringarprógv Andriasar frá filmsskúlanum Super16. Framleiðari á filminum er Johannes Rothuas Nørregaard.

Mariann Hansen og Sissal Drews Hjatalin eru høvuðsleikarar. Elinborg (Mariann) møtur av tilvild vinkonuni Maritu (Sissal) í lokala supermarknaðinum við Oyrasundskollegii. Hon hevur tíverri gloymt føðingardagin, sum Marita hevur boðið henn til. Hetta er byrjanin uppá eina heldur rennvørga samrøðu millum tær báðar, tí skjótt verður greitt, at tað er okkurt heilt annað, sum plágar Maritu. Tilvildarliga møtið millum tær báðar gerst ein uppgerð um vinarlagið teirra millum.

Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskt mæltur filmur verður sýndur á festivalinum í Cannes. Semaine de la Critique er ein táttur á vestivalinum, sum franska sambandi av filmsummælarum byraði í 1962 fyri at seta sjóneykuna á nýggjar filmsspýrar. Samanlagt eru 10 stuttfilmar úr øllum heiminum í hesari kappingini, og filmurin hjá Andriasi er komin ígøgnum nálareygað.

Føroyski framleigarin Jón Hammer er eisini við á festivalinum í Cannes. Hann framleiðir filmin

ODE TO JOY saman við griska leikstjóranum Gabriel Tzafka. Filmurin er sloppin við til Cinéfondation L’Atelier. Cinéfondation L’Atelier hevur til endamáls at stuðla kreativiteti. Hvørt ár verða 15 filmsverkætlanir úr øllum heiminum valdar til hesa skránna, har endamálið er at hjálpa við netverki til altjóða fígging, sum kann gera tað gjørligt at framleiða filmarnar. Filmurin ODE TO JOY, sum skal takast upp í Føroyum og Danmark, er um nýliga deyða verðinsmannin Kasper Hansen. Familjan, ið situr eftir, ynskir eina siðbundna jarðarferð, men tað vísir seg, at patriarkurin ikki hevur goldið kirkjuskatt, og tískil kann hann ikki jarðast í Danmark. Kasper hevði ein gamlan vinmann, ein føroyskan prest, sum játtar at jarða hann í Føroyum (enn í danska ríkinum). Her byrjar ferðin fyri blandaða familjuskaran. Ein ferð, sum einans kann enda galið. Tí ólík Kasper mynda familjulimirnir bert einstøk brot av hansara ríku persónligheit.

...