‍News

Sakaris Stórá's new filmproject "Oktober" is selected for Berlin Script Station

Sakaris Stórá aftur til Berlin at menna nýggjan film

Í 2010 varð Sakaris kosin av 3400 umsøkjarum at luttaka í Talent Campus, sum er eitt afturvendandi tiltak í Filmsstevnuni í Berlin. Í 2014 fekk Sakaris stóra virðisløn í Berlin, fyri stuttfilmin ”Vetrarmorgun”, og í ár er Sakaris aftur í Berlin, hesa ferð í virðismettu Script Station stevnuni. Av 451 umsøkjarum úr øllum heiminum, eru 10 verkætlanir valdar, teirra millum føroyski spælifilmurin ”Oktober” eftir Sakaris Stóra.


Sakaris og hinir 9 handritshøvundarnir fáa høvið at menna verkætlanina eina viku, meðan altjóða filmsstevnan í Berlin er 7. – 17. februar. Eftir eina intensa arbeiðsviku við handritsráðgevum og einatímum við virdum serfrøðingum, verður verkætlanin løgd fram fyri altjóða filmsvinnuni á europeiska film marknaðinum (EFM).

Fyrireikingarnar til “Oktober” eru farnar í gongd, fleiri leikarar hava verið til upptøkuroynd, og væntandi verður filmurin tikin upp seinni í ár, og sýndur í 2020.

...