‍News

TROM selected for exclusive pitch event at Berlinale

The first fiction series project from the Faroe Islands TROM (8x 45 min) has been hand-picked for the exclusive pitch event “Co-Pro Series”, taking place during the Drama Series Days, Berlinale 2019.
A crime series written by Torfinnur Jákupsson and produced by Kyk Pictures and REinvent Studios

Føroysk krimirøð ger hol í sjógvin á altjóða filmsstevnu

"TROM" er arbeiðsheitið á føroyskari sendirøð, sum í hesum døgum er í menning og er boðin við sum ein út av einans 10 nýggjum røðum, sum í februar mánaði verða lagdar fram á týsku Berlinale, ið er ein av heimsins størstu filmsstevnum.

Føroyska luttøkan er partur av altjóða samframleiðsluátakinum CoPro Series, sum setur sjóneykuna á spennandi nýggjar røðir, har "TROM" er ein av teim fáu útvaldu, ið verða lagdar fram fyri útlendskum íleggjarum.

Føroyska røðin fellur innan krimisjangruna og hevur føroyskt grindadráp sum søguinngang. Stutta lýsingin ljóðar soleiðis:

"Tá ið líkið á einum djóraverndarfólki kemur undan kavi í einum blóðugum grindadrápi, vágar miðlamaðurin Hannis Martinsson sítt egna skinn fyri eina stórfingna søgu, ið skelkar avbyrgda oyggjasamfelagið, har ein og hvør brádliga kann koma undir illgruna fyri morð."

Torfinnur Jákupsson er skaparin og filmshøvundurin handan "TROM," sum tekur íblástur úr bókum Jógvan Isaksens um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson. Fyrsta sesong fevnir um átta partar á 45-55 minuttir, og fevnir sendirøðin um fleiri sesongir.

Kykmyndir við Jón Hammer á odda, ið hevur fleiri ára royndir á danska Zentropa, er við sum føroyskur framleiðari.

Somuleiðis er fyrsta samframleiðsluavtala fingin í lag við danska REinvent Studios við Rikke Ennis og Helene Aurø á odda, ið hava fleiri ára leiðararoyndir á sølufelagnum TrustNordisk og søludeild DRs. REinvent stendur í hesum sambandi fyri sølu og fígging úti í heimi.

Framleiðslan fer ætlandi í gongd í næsta ár, og skal røðin somuleiðis sýnast í Kringvarpi Føroya.

Sí meir á reinvent.dk og berlinale.de

...