Filmsvinna og løgfrøði

Hvat eru týdningarmestu rættindini

18. oktober 2025
Kr. 200 fyri limir annars 350,-
Sign up

Á skeiðinum fært tú eitt yvirskipað innlit í rættindi innan filmsframleiðslu – frá upphavsrætti og leikrættindum til festival- og biografvísingar. Vit fara eisini at hyggja at dømum og práta um sáttmálar og altjóða avtalur. 

Undirvísari er løgfrøðingurin Rasmus Ludvig Árting, sum hevur royndir úr altjóða filmsvinnu hjá REinvent, har hann hevur arbeitt við samráðingum og sáttmálum við samstarvspartar sum Netflix, HBO og Disney. Harumframt hevur hann arbeitt við upphavsrætti hjá VIA University College.

GEV GÆTUR at atgongumerki krevst. 
Atgongumerki kann keypast á heimasíðuni www.atgongumerki.fo HER
– tað er avmarkað pláss. 
GG: TAÐ BER IKKI TIL AT TEKNA SEG HER Á SÍÐUNI.

Skeiðið verður í Sjóvinnuhúsinum, Vestara Bryggja 15, 3. hædd. 
Leygardagin 18. oktober. 2025, kl. 09.30 – 15.00 

SKRÁ:

09.30 Innleiðing: Hvat eru týdningarmestu rættindini at hava í lagið frá byrjan.
Kaffi.
Dømi úr praksis: cast/crew-sáttmálar, festival/bio-rættindi, tónleikaclearance.
12.30 – 13.15
Q&A og dialog við luttakarar.
Stutt samanumtøka og “takeaways”
15.00 liðugt

Kostnaður: 
350,- við kaffi og ábiti
200,- við kaffi og ábiti – (Serstakt gjald til limir í Felagnum Føroysk Filmsfólk)

til ber at melda seg sum lim í felagnum Føroysk Filmsfólk HER