Um Filmshúsið
Filmshúsið, ið varð sett á stovn í 2017, skal standa á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið og menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnu í Føroyum. Millum formligu uppgávurnar, sum Filmshúsið skal standa fyri, eru:
– at ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum,
– at marknaðarføra føroyskan film uttanlands og Føroyar sum filmsland,
-at svara fyrispurningum innlendis og uttanífrá og vera til hjálpar í sambandi við filmsframleiðslur
– at miðla samband millum filmsaktørar,
– at skipa fyri førleikamenning og skeiðum,
– at savna og miðla vitan um film og talgildar visuellar frásagnir, og í samstarvi við filmsumhvørvið, myndugleikar o.o. tryggja, at vitan og førleikar verða gagnnýtt til fulnar.
Sí Løgtingslóg um Filmshús og kunngerð frá 2017
Løgtingslóg nr. 72 frá 29. mai 2017 um filmshús og Kunngerð nr. 108 frá 10. juli 2017 um filmshús
Nevndin
Leiðslan í filmshúsinum er hjá einum stýri við trimum limum, sum landsstýrismaðurin setur, har av ein eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum og ein eftir tilmæli frá Felagnum Føroysk Filmsfólk. Landsstýrismaðurin velur formannin millum teir tríggjar stýrislimirnar.
Marjun Niclasen
Jan Berg Jørgensen
Jón Hammer
Samband
Filmshusið
Vestara Bryggja 15, 3 th
100 Tórshavn
Tlf:
+298 522233
ffi@ffi.fo
marjun@ffi.fo
V-TAL 627976
EAN-NR. 5797100000515
Fígging
Filmshúsið er ein stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.