Geytin 2026

Tað er 28. februar at filmselskarar og filmsskaparar úr øllum Føroyum savnast til umtóktu stuttfilmskappingin Geytin. Í hesum sambandi hevur Norðurlandshúsið júst kunngjørt hvørji tey tilnevndu eru. Tey, ið sita í dómsnevndini, við torføru uppgávuni at velja vinnaran av stuttfilmskvøldinum, eru Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Felagið Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið og Klippfisk. Tey tilnevndu eru:

  • Thomas Koba við filminum, “Áin”
  • Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson við filminum, “Hendir her”
  • Maria Tórgarð við filminum, “Mammuskepilsið”
  • Anna Joensen-Næs við filminum, “Sansa”
  • Eir í Ólavsstovu við filminum, “Tað er ikki synd í mær”
  • RAMMATIK (Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre) við filminum, “TREGI”
  • Maria Winther Olsen við filminum, “Vælkomin heim”

Stuðulin til Geyta-virðislønina á 40.000 kr er latin av Runavíkar kommunu, og stuðulin til Áskoðaravirðislønina, sum í ár eisini er 40.000 kr, er latin av Tórshavnar kommunu.

Geytin skal birta, stimbra og eggja til áhuga fyri føroyskari stuttfilmslist. Geytakvøldið heiðrar føroyska filmsframleiðslu og er eitt høvi fyri bæði filmsfólk og filmsáhugaði at hittast. Stuttfilmskappingin er eitt samstarv millum Filmshúsið og Norðurlandahúsið. ( nlh.fo)