Føroyskir filmar nú á nýggjari stroymingartænastu
Stroymingartænastan STROYMA er komin undir land og gevur bæði føroyingum og altjóða áskoðarum atgongd til eitt vaksandi úrval av føroyskum filmum.
Tað var fyrr í ár, at Filmshúsið kunngjørdi ætlanina um at menna eina føroyska stroymingartænastu. Síðani tá hevur verið arbeitt miðvíst við at menna pallin og fáa seinastu tøkniligu smálutirnar og funkurnar upp á pláss.
STROYMA virkar samstundis sum eitt felags føroyskt filmssavn, har føroyskar framleiðslur verða savnaðar á einum stað. Í løtuni eru umleið 30 føroyskar framleiðslur tøkar á tænastuni, og filmarnir eru flokkaðir í stuttfilmar, spælifilmar og heimildarfilmar.
Flestu filmarnir eru ókeypis og kunnu síggjast bæði í Føroyum og uttanlands. Tær nýggjastu framleiðslurnar eru tó tøkar fyri eina rímiliga upphædd, sum fer beinleiðis til framleiðararnar.
Væntandi verða fleiri filmar lagdir út á tænastuna komandi tíðina. Skipanin er sett upp soleiðis, at føroysk filmfólk sjálvi kunnu umsita og leggja sínar framleiðslur inn á pallin.
Reaktiónirnar uttaneftir hava verið sera jaligar. Fleiri lond og øki hava víst áhuga fyri slíkari loysn, sum savnar lokalar filmsframleiðslur á einum felags palli. Filmur og visuellir miðlar verða ofta mettir sum ein av týdningarmestu mentanarberunum, tí tað bæði styrkir visuellan samleika og stuðlar undir málmenning.
Til ber at lesa meira um STROYMA á stroyma.fo / faroefilm.fo
Filmhúsið
Juni 2026