Stuðulsavtala millum Filmshúsið og Betri-samtakið
í tíðarskeiðnum fyri 2026-2028
Stuðulsupphæddin á í alt kr. 2.000.000 (tvær milliónur krónur 00/100) verður latin til filmsverkætlanir og býtt, sum lýst niðanfyri:
- STØRRI FØROYSKAR FILMSVERKÆTLANIR – í mesta lagi kr. 500.000
- MENNING AV VERKÆTLANUM – í mesta lagi kr. 75.000
- MENNING AV STUTTFILMI – í mesta lagi kr. 130.000
Kreditering
Betri-samtakið skal krediterast sum stuðul í viðkomandi kunningar- og marknaðarføringartilfari umframt á kreditlistanum hjá filmframleiðslum, sum Betri-samtakið hevur latið stuðul til.
Hetta fevnir eisini um viðkomandi kunningar- og marknaðarføringartilfar í sambandi við talentmenning.
Betri-samtakið tilskilar sær rætt til á egnari heimasíðu at kunna um og lýsa við verkætlanum, sum Betri hevur latið stuðul til sambært hesi avtalu.
Búmerkið hjá Betri er á heimasíðuni hjá Filmshúsinum : Tak búmerkið niður her
Tekstur: Betri-samtakið hevur stuðlað.
Búmerkið hjá Filmshúsinum skal verða á kreditlistanum. Tak búmerkið niður her
Tekstur í sambandi við samframleiðslur verður Filmshúsið skriva á enskum: Faroese Film Institute
FREISTIN at søkja um stuðul frá Betri-samtakinum er: 1. oktober kl. 12:00 2026