PRÁT UM NORDDOK

Norddok er ein pulja á 24 mió. DKK yvir trý ár, sum skal brúkast til films- og sjónvarpsframleiðslur um Grønland, Føroyar og Danmark. Trý ár eru skjótt farin afturum. Filmshúsið hevur ætlanir at skriva eitt tilmæli til rætta viðkomandi – men hvat skal standa í tilmælinum !! Legg leiðina framvið Filmshúsið hóskvøldið 18. apríl kl. 19.30 og sig tína hugsan um Norddok. Hvønn týdning hevur Norddok haft? Hvørji úrslit síggja vit? Eru ynski um eina varandi loysn? Dokumentar og Fiktión? Hugarok um broytingar !