FILMSTINGIÐ

Per Zachariassen og Búi Dam leggja fram

26. mars 2026
Kr.0
Sign up


Á Filmstinginum umrøða, tingast og kjakast vit um filmslist, mentan og vinnu

Filmstingið varpar ljós á allar tættir innan filmsframleiðslu. 📽️🎶🎬
Hesa ferð fara vit at hoyra um, hvørjar royndir filmsfólk gera sær úti í heimi og um avrik, royndir og tilgondir hjá teimum.

Vit tingast um alt millum himmal og jørð – sum hevur við film at gera.

Setið kross í kalendaran 26. mars kl. 19.30.❌ Tiltakið er ókeypis, og vit bjóða kaffi og te.☕️

HVAR: Í Perluni, Tórsgøta í Havn 
NÆR: Hóskvøldið 26. mars kl. 19.30-21.00

Á skránni verða hesi:

⭐️ Búi Dam, leikstjóri fer at greiða frá feskasta heimildarfilminum BIRITA, ið verður frumframførd á CPH:DOX 15. mars, har filmurin er við í kappingini.

⭐️Per Zachariassen, framleiðari. Per hevur gjørt framleiðslur í flest norðurlondum harumframt USA, Brasil, Australia, Kina og aðrastaðni. Han greiðir frá sínum royndum- bæði í Føroyum og uttanlands og fer at práta um munin millum at framleiða í m.a. USA og norðanlond / Føroyar.
Harafturat munin millum at framleiða live og ikke-live sendingar. Seinasta verkætlanin, sum Per hevur framleitt her, er HOYDALAR, sum beinavegin gjørdist fólkaogn.

Fyriskiparar eru Filmshúsið og Klippfisk 
Øll eru hjartaliga vælkomin.