FILMSTING

Filmstingið í juni

18. juni 2026
Kr. 0
Sign up

Á Filmstinginum umrøða, tingast og kjakast vit um filmslist, mentan og vinnu 🎬 – okkara fakliga forum, har vit skapa sambond og samstarvsfelagar.
Á skránni í juni verða hesi:

⭐️ Jón Hammer, framleiðari
Jón Hammer úr Outlier Projects hevur samframleitt fleiri stórar filmsframleiðslur. Hann fer at greiða frá sínum royndum, vísa dømi og fortelja um tilgongdina, tá ið man samframleiðir.

 ⭐️ Sølvi Næs Hoydal,
Sølvi Næs Hoydal sum lesur BA í filmgerð á Listaháskóla Íslands, fer at geva innlit í lestrartíðini í Reykjavík og teimum møguleikum, ið útbúgvingin gevur.

⭐️ Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Johan Sigurðsson
Rakul Ró og Niels Johan úr UFO fara at greiða frá upplivingunum á North Atlantic Story Circle í Reykjavík. Harumframt fara tey at koma inn á luttøkuni á Stock Film Festival og teimum sonevndu  “industry-døgunum” har.

Filmstingið varpar ljós á allar tættir innan filmsframleiðslu. 📽️🎶🎬
Vit tingast um alt millum himmal og jørð, sum hevur við film at gera.

Setið kross í kalendaran 18. juni kl. 19.30.❌ Tiltakið er ókeypis, og vit bjóða kaffi og te.☕️

HVAR: Í Perluni, Tórsgøta í Havn 
NÆR: Hóskvøldið 18. juni kl. 19.30-21.00

Fyriskiparar eru Filmshúsið og Klippfisk 
Øll eru hjartaliga vælkomin.