Betri stuðul

Betri Stuðul letur filmsstuðul við tí fyri eyga at menna føroyska filmslist. Krøvini eru, at filmsverkætlanin í høvuðsheitum er føroysk – t.v.s. á føroyskum máli, tikin upp í Føroyum og framleidd av føroyskum filmsfólkum. Høvuðsdentur verður lagdur á at stuðla føroyskum fiktiónsverkætlanum. Nú víðka vit stuðulin til eisini at umfata stuttfilmar, tó við nøkrum treytum.

Stuðul til menning

75.000 kr.

Stuðul til liðuggerð (av spælifilmi)

600.000 kr.

Stuðul til stuttfilm

125.000 kr.

Gev gætur!

Vit lata í høvuðsheitum ikki stuðul til lýsingarfilmar, dokumentarfilmar og útlendskar verkætlanir. Tú kanst tó søkja um stuðul til eftirarbeiði so sum VFX og at skriva og taka upp filmstónleik – um altso hetta fer fram í Føroyum. Stuðulsupphæddin kann ikki verða hægri enn upphæddin, sum verður brúkt í Føroyum.

Niðanfyri kanst tú kunna teg um treytir, freistir og annað.

STUÐUL TIL MENNING

Endamálið við hesum stuðli at hjálpa tær at fyrireika filmsverkætlanina, so at tú kann fáa útlendska fígging. Sjálv menningin er ein tilgongd, sum eitt nú inniber at fyrireika framleiðsluna til luttøku á altjóða framløgupallum (pitch fora), ella at fáa altjóða leiðbeining (coaching) til filmsverkætlanina. T.v.s. at vit hjálpa tær í gongd – frá hugskotsmenning til víðarimenning av verkætlanini líka fram til framleiðslu.

Stuðulsupphædd

Ì mesta lagi 75.000 kr.

Fíggjarviðurskifti

Tá ið stuðulin er játtaður, verða 75% av upphæddini straks goldnar. Tær 25%, sum resta í, verða goldnar, tá ið tú hevur skrivað eina frágreiðing og lýst støðuna í verkætlanini, og hvat stuðulspeningurin verður nýttur til. Henda frágreiðing verður latin Filmshúsinum og verður góðkend av leiðaranum.

Umsóknir

Tú sendir umsóknina inn gjøgnum sjálvgreiðsluna her á síðuni. Fíggjarætlan, lívsrensl og synopsis verða viðfest. Vit svara tær í seinasta lagi ein mánað eftir, at vit hava móttikið umsóknina.

Viðgerð av umsókn

Stuðulin verður umsitin av eini redaktión, sum er mannað við tveimum umboðum fyri Filmshúsið og einum umboði fyri felagið Føroysk filmsfólk. Eitt umboð fyri Betri Stuðul hevur eftirlit við viðgerðini.

Freist at søkja

1. november.

STUÐUL TIL LIÐUGGERÐ (av spælifilmi)

Tað er ein stór verkætlan at framleiða spælifilm. Stundum kemur tað tó fyri, at fíggingin akkurát ikki røkkur til at gera filmin lidnan. Hetta kanst tú søkja um stuðul til. Vit lata í høvuðsheitum stuðul til verkætlanir, sum eisini fáa fígging frá øðrum grunni ella íleggjara. Lýkur spælifilmurin treytirnar niðanfyri, kanst tú søkja um stuðul til liðuggerð.

Stuðulsupphædd

Í mesta lagi 600.000 kr.

Í serligum føri kanst tú søkja um størri stuðulsupphædd. Vit veita tó í mesta lagi ein triðing av samlaða framleiðslukostnaðinum. Tá skalt tú viðfesta váttan um stuðul frá øðrum.

Fíggjarviðurskifti

Longu áðrenn tú søkir um stuðul, skalt tú hava fingið høvuðsspartin av fíggingini til filmsverkætlanina til vegar onkra aðrastaðni.

Tá ið avtala millum partarnar er undirskrivað, verða 75% av játtaðu upphæddini goldnar, meðan tær 25%, sum resta í, verða goldnar, tá ið grannskoðaður roknskapur fyri verkætlanina er latin inn og góðkendur.

Roknskapurin skal innibera eina neyva lýsing av útreiðslum og inntøkum. Somuleiðis fevnir hetta um eina frágreiðing um frávik frá góðkendu fíggjarætlanini, um frávikini eru yvir +/– 10%. Tó er hetta ikki galdandi, um frávikini eru lægri enn 2.500 kr.

Treytir

  • Spælifilmurin er fyri tað mesta á føroyskum máli.
  • Spælifilmurin verður í høvuðsheitum tikin upp í Føroyum.
  • Spælifilmurin endurspeglar onkursvegna føroyska mentan.
  • Spælifilmurin verður í størstan mun framleiddur av føroyskum filmsfólki.
  • Við hesum stuðli skal filmsframleiðslan verða klár til liðuggerð.


Umsóknir

Tú sendir umsóknina inn gjøgnum sjálvgreiðsluna her á síðuni. Vit svara tær í seinasta lagi ein mánað eftir, at vit hava móttikið umsóknina.

Viðgerð av umsókn

Stuðulin verður umsitin av eini redaktión, sum er mannað við tveimum umboðum fyri Filmshúsið og einum umboði fyri felagið Føroysk filmsfólk. Eitt umboð fyri Betri Stuðul hevur eftirlit við viðgerðini.

Freist at søkja 1. november.

STUÐUL TIL STUTTFILM

Fyri at fáa játtað stuðul til stuttfilm hava vit sett upp nakrar øðrvísi treytir. Eitt nú skal filmurin í mesta lagi vera 12 min. til longdar, verða tikin upp á trimum ymiskum støðum og ikki hava meira enn fýra leiklutir. Vit ynskja bæði at geva tær eina avbjóðing og at royna ein nýggjan leist í føroyskari stuttfilmsframleiðslu. Sí útgreinaðar treytir longri niðri.

Stuðulsupphædd

Í mesta lagi 125.000 kr.

Fíggjarviðurskifti

Tá ið avtala millum partarnar er undirskrivað, verða 75% av játtaðu upphæddini goldnar, meðan tær 25%, sum resta í, verða goldnar, tá ið grannskoðaður roknskapur fyri verkætlanina er latin inn og góðkendur.

Roknskapurin skal innibera eina neyva lýsing av útreiðslum og inntøkum. Somuleiðis fevnir hetta um eina frágreiðing um frávik frá góðkendu fíggjarætlanini, um frávikini eru yvir +/– 10%. Tó er hetta ikki galdandi, um frávikini eru lægri enn 2.500 kr.

Treytir

  • Stuttfilmurin er fyri tað mesta á føroyskum máli.
  • Stuttfilmurin verður í høvuðsheitum tikin upp í Føroyum.
  • Stuttfilmurin endurspeglar onkursvegna føroyska mentan.
  • Stuttfilmurin verður í størstan mun framleiddur av føroyskum filmsfólki.
  • Stuttfilmurin er í mesta lagi 12 minuttir til longdar (íroknað undantekst og rullitekst).
  • Stuttfilmurin verður í mesta lagi tikin upp á 3 ymiskum støðum.
  • Stuttfilmurin hevur í mesta lagi 4 afturvendandi leiklutir (t.e. bæði høvuðs- og hjáleiklutir).

Umsóknir

Tú sendir umsóknina inn gjøgnum sjálvgreiðsluna her á síðuni. Vit svara tær í seinasta lagi ein mánað eftir, at vit hava móttikið umsóknina.

Viðgerð av umsóknum

Stuðulin verður umsitin av eini redaktión, sum er mannað við tveimum umboðum fyri Filmshúsið og einum umboði fyri felagið Føroysk filmsfólk. Eitt umboð fyri Betri Stuðul hevur eftirlit við viðgerðini.

Freist at søkja

1. november.

Fyll teigarnar út