ÚTSETT …Altjóða fígging til føroysku filmsvinnuna

Orðaskifti um Creative Europe MEDIA

28. februar 2026
Kr. ókeypis
Sign up

við Tilfeingis- og vinnumálaráðið, Creative Europe Media Desk Danmark, Filmshúsið og Outlier Projects

Gevið gætur !!!!
Vegna útskrivað nýval, verður hetta orðaskiftið útsett. Arbeitt verður við at finna eitt annað høvi seinni á árinum. Áhugað kunnu tryggja sær meira kunning frá Filmshúsinum á sosialu miðlunum, heimsíðuni ella venda sær beinleiðis til Filmshúsið.

……………………………

Hví er tað so trupult hjá føroyingum at fáa altjóða fígging til sínar filmsverkætlanir? Er hugsningur um at møta krøvini úr evropeiskum og altjóða stuðulsskipanum? Hvørjar eru avbjóðingarnar og hvussu loysa vit hesar?  

Leygardagin 28. februar í Geytavikuskiftinum bjóðar Filmshúsið til pallborðsprát at skifta orð um Creative Europe MEDIA og hvat fyri avbjóðingar eru serliga galdandi fyri filmsfólk í Føroyum, tá roynt verður at søkja stuðul.

Vit fáa spennandi vitjan av Lone Garde, leiðara av Creative Europe MEDIA Desk Denmark, sum er ein stovnur, ið vendir sær til audiovisuellu økini, og stuðlar m.a. menning, framleiðslu og útbreiðslu innan spælifilm, heimildarfilm, videospøl og interaktiv verk. Tiltakið verður í Norðurlandshúsinum.

Eftir stutta framløgu verður síðan orðaskifti við Jón Hammer, framleiðara hjá Outliers Projects, og Marjun Niclasen, leiðara fyri Filmshúsið. Orðstýrari er Kristianna Winther Poulsen.

Høvi verður at seta spurningar.

Skrá
14.00 Stutt innleiðsla Marjun Niclasen, Filmshúsið

14.10 Lone Garde framløga um Creative Europe MEDIA

14.25 Pallborðskjak

15.00 Tiltakið endar