FILMSTINGIÐ
Per Zachariassen og Búi Dam leggja fram
Á Filmstinginum umrøða, tingast og kjakast vit um filmslist, mentan og vinnu
Filmstingið varpar ljós á allar tættir innan filmsframleiðslu.
Hesa ferð fara vit at hoyra um, hvørjar royndir filmsfólk gera sær úti í heimi og um avrik, royndir og tilgondir hjá teimum.
Vit tingast um alt millum himmal og jørð – sum hevur við film at gera.
Setið kross í kalendaran 26. mars kl. 19.30. Tiltakið er ókeypis, og vit bjóða kaffi og te.
HVAR: Í Perluni, Tórsgøta í Havn
NÆR: Hóskvøldið 26. mars kl. 19.30-21.00
Á skránni verða hesi:
Búi Dam, leikstjóri fer at greiða frá feskasta heimildarfilminum BIRITA, ið verður frumframførd á CPH:DOX 15. mars, har filmurin er við í kappingini.
Per Zachariassen, framleiðari. Per hevur gjørt framleiðslur í flest norðurlondum harumframt USA, Brasil, Australia, Kina og aðrastaðni. Han greiðir frá sínum royndum- bæði í Føroyum og uttanlands og fer at práta um munin millum at framleiða í m.a. USA og norðanlond / Føroyar.
Harafturat munin millum at framleiða live og ikke-live sendingar. Seinasta verkætlanin, sum Per hevur framleitt her, er HOYDALAR, sum beinavegin gjørdist fólkaogn.
Fyriskiparar eru Filmshúsið og Klippfisk
Øll eru hjartaliga vælkomin.