Hitt deildarstjóran í Det Danske Filminstitut, Marianne Moritzen
Marianne Moritzen er deildarleiðari fyri FIKTIÓN (spælifilmar) á danska filmsinstituttinum, DFI, har hon hevur starvast seinastu 20 árini starvast.
Marianne Moritzen er deildarleiðari fyri FIKTIÓN (spælifilmar) á danska filmsinstituttinum, DFI, har hon hevur starvast seinastu 20 árini starvast. Hon hevur drúgvar royndir og hevur áður m.a. verið framleiðari á Danmarks Radio fyri uttanhýsis framleiðslur. Filmshúsið hevur boðið Marianne Mouritzen til Føroya at greiða frá um samstarvið millum ymsu virkisøkini og liðirnar í sjónvarps- og filmsvinnugreinini, um týdningin av, at hetta samstarvið er gott, og um, hvussu gótt samstarv gagnar bæði verkætlanunum, royndu filmsfólkunum og ungu talentunum í filmsvinnuni.Tiltakið við Marianne Mouritzen verður í Filmshúsinum – á 3. hædd í Sjóvinnuhúsinum. Aftaná borðreiðir Filmshúsið við smurdum breyði.