Kathleen Mclnnis
Í samstarvi við amerikonsku sendistovuna í Keypmannahavn og American Film Showcase fer Filmshúsið at gera eina tveir tíma langa zoom-samrøðu við Kathleen McInnis.
Í samstarvi við amerikonsku sendistovuna í Keypmannahavn og American Film Showcase fer Filmshúsið at gera eina tveir tíma langa zoom-samrøðu við Kathleen McInnis.
Í samrøðuni fer Kathleen at tosa um, hvussu filmsfólk kunnu menna seg skapandi og handilsliga umvegis festivalrundferð.
Kathleen er serkøn í altjóða og festival strategi, almennari umrøðu og handlisligari menning og í markanaðarførslu og útbreiðslu.
Sum strategiskt lýsingafólk umboðar Kathleen heimsfilmslist á filmsfestivalum sum t.d. Toronto, Cannes, Berlin, Sundance, Rotterdam og Karlovy Vary.
Sum award lýsingafólk arbeiðir Kathleen á Oscar, BATFA, Film Independent Spirit og Golden Globes átøkum fyri stutt-, heimildar- og heimsfilmum.
Samrøðan verður hósdagin 23. september frá klokkan 16.00 til 18.00.
Til ber at melda seg inni á www.filmshusid.fo ella við at senda ein teldupost til Tinu á tina@filmshus.fo.
Um tær lystir, ber til at senda eitt stutt CV og eina leinkju við tínum seinasta filmi, so fer Kathleen at hyggja at teimum og kann síðan vegleiða teg viðvíkjandi strategi og val av festivalum.