FILMSHÚSIÐ: NÝTT OG SLÓÐBRÓTANDI SAMSTARV VIÐ BETRI

Filmshúsið og Betri hava gjørt avtalu, sum tryggjar føroyskum filmi trýggjar milliónir yvir næstu trý árini. Stuðulin skal brúkast til at menna nýggjar føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøðum, at stuðla talentmenning, og at stuðla ítøkiligum verkætlanum við munagóðum upphæddum.

Stuðulsgrunnurin hjá Betri hevur til endamáls at stuðla átøkum í Føroyum, sum fyribyrgja skaða og sjúkum, skapa tryggleika og annars gagna samfelagnum. Nú verða 3 milliónir settar av til film.

– At stuðla føroyskum filmi er at stuðla føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum listagreinum. Føroyskur filmur er í menning, men almenni filmsstuðulin er enn ikki á tí støði, sum í grannalondunum. Vit vóna, at okkara íkast kann hjálpa til við at lyfta føroyskar filmsverkætlanir og at geva føroyskum filmi fleiri bein at standa á. Vónin er, at føroyskar søgur á filmi verða ein sjálvsagdur partur av okkara mentanarliga palli, sigur Aslaug Gísladóttir, forkvinna í Betri stuðul.

Saman við Filmshúsinum hevur Betri Stuðul orðað endamálið við filmsstuðlinum.
Stuðul verður veittur til trý øki:

  • · størri verkætlanir – til framleiðslu og liðugtgerð
  • · menning av verkætlanum – til hugskotsmenning og víðari menning av verkætlanum, fram ímóti framleiðslu
  • · talentmenning – til skeið, mentoring og átøk, sum miðja eftir at menna yngru spírarnar, sum gera film.

Filmshúsið fegnast um nýggja og slóðbrótandi samstarvið við Betri stuðul. – Trýggjar milliónir yvir trý ár kunnu veruliga gera mun, sigur Tina í Dali Wagner, dagligur leiðari í Filmshúsinum. Hon fegnast um, at ein fyritøka sum Betri vísir samfelagssinni og setir pening av til mentan og film. – Hetta er veruliga eitt nýbrot, sigur Tina í Dali Wagner.

Meira verður at frætta um umsóknarfreistir og -treytir á heimasíðuni hjá Filmshúsinum, www.ffi.fo, og á www.betri.fo tann 31. mars 2023.