føroysk filmsfólk í Berlin

NORDDOK II puljan hevur til endamáls at styrkja filmsumhvørvini í Grønlandi og Føroyum og at stuðla doukmentarfilmum, sum kunnu breiða út vitan um Ríkisfelagsskapin. NORDDOK hevur latið stuðul – til ferðing, hotel og pass til festivalin og marknaðin, sum er partur av festivalinum. Hetta hevur gjørt tað møguligt hjá einum liðið av føroyskum filmsfólkum at fara á Berlinaluna.Seinast, Filmshúsið og eitt lið av føroyskum filmsfólkum vóru á Berlinaluni, var í 2019. Tá var einfaldi boðskapurin, at “Føroyar eru til sum filmsland – nú og framyvir”. Nú eru vit aftur til staðar á Berlinaluni, men hesaferð við einari filmsvinnu í vøkstri og menning. Harafturat hava tíðindini um, at føroyska afturberingarskipanin er økt úr 200.000 kr. upp í 4 milliónir kr. fingið bein at ganga á. Altjóða filmstíðarritið SCREEN INTERNATIONAL vóru skjót at skriva um hetta. Les um tað her:

https://www.screendaily.com/news/faroe-islands-boosts-filming-incentive-to-up-to-35-exclusive/5179348.article