Landsstýriskvinnan vitjar upptøkurnar av spælifilmi hjá Sakaris Stórá

Leikstjórin Sakaris Stórá er í gongd við upptøkurnar til nýggjan føroyskum spælifilm.  Filmurin, sum verður tikin upp í Suðuroynni, hevur altjóða heitið “THE LAST PARADISE ON EARTH”. Í gjár var 20. upptøkudagur av 32, og Landsstýriskvinnan Sirið Steenberg var, saman við Bergi Berg, fulltrúða, og stýrinum í Filmshúsinum, á vitjan í Hvalba, har upptøkurnar verða gjørdar

Arbeiðið við upptøkunum gongur væl, og á leið triðingur av upptøkunum er enn eftir at gera. Sirið Stenberg fekk høvi at vitja upptøkustaðið, har hon fekk eina innleiðslu í alla upptøkutilgongdini og tær funktiónir sum ymsu fólkini hava. Landsstýriskvinnan var eisini til staðar, meðan upptøkurnar vóru í gongd. Í einum støðgi greiddi leikstjórin Sakaris Stórá frá søgugongdini og um hví júst Hvalba egnar seg til upptøkustað.

Jón Hammer, framleiðari, greiddi frá drúgva tilgongdini at framleiða ein spælifilm av hesari stødd, bæði menningartíð, fíggingarleist og øllum, sum skal til fyri at framleiðslan skal bera til. Her nevndu tey alla ta valvild, tey hava fingið í Hvalba, bæði í bygdini, á flakavirkinum og umborð á hvalbiartrolaranum Breiðanesi. 

Filmshúsið og Sirið umrøddu eisini framleiðslumøguleikar, týdningin av filmi sum mentanarbera í Føroyum og tað, Filmshúsið og Mentamálaráðið arbeiða við á økinum í løtuni

Filmurin The Last Paradise on Earth fylgir Kára (spældur av Sámali Hildibjartssyni Hansen), sum arbeiður á lítla flakavirkinum í heimbygdini, har hann býr saman við pápanum og yngru systrini, Silju (Bjørg Brynhildardóttir Egholm). Heimið hjá teimum hevur ikki verið tað sama síðan mamman doyði. Sorgarrakti pápin, ið er uppilagstur sjómaður, megnar ikki at taka sær av familjuni. Meðan flestu javnaldrarnir hjá Kára langtsíðan eru fluttir av oynni, ynskir Kári at verða verandi. Men tá pápi Kára brádliga fer aftur til skips, stendur Kári eftir við ábyrgdini av heiminum og yngru systrini, ið stríðist við ein gerandisdag, ið setur alsamt hægri krøv. Samstundis er lívsæðrin í bygdini í vanda, tí lítla flakavirkið er við at tapa bardagan móti marknaðarkreftunum og teimum broytingum, sum ávirka havið og tilverugrundarlagið í bygdini.

Sakaris Stórá hevur sjálvur skrivað handritið saman við høvundunum Tommy Oksen og Mads Stegger, og aftur hesaferð er viðurkenda myndakvinna Virginie Surdej handan myndatólið. Framleiðsluliðið telur um 24 fólk, harav størra helvtin eru føroyingar. Tú kanst lesa meira um upptøkurnar og filmin her.

Filmurin verður eftir ætlan frumsýndur í 2024.