Móttøka í Filmshúsinum

Filmshúsið bjóðar til fráfaringarhald fyri Tinu í Dali Wagner, sum tann 31. desembur fer frá sum leiðari fyri Filmshúsið. Hetta starv hevur Tina røkt síðani Filmshúsið varð sett á stovn í 2018. Hesa tíðina er nógv hent í føroyskum filmi, ikki minst Tinu at takka. Hennara kunnleiki, royndir, arbeiðssemi og breiði skarði av sambondum hava haft alstóran týdning fyri menningina av føroyskum filmi.
Vit vóna, at tú kemur framvið í Filmshúsinum at heilsa uppá Tinu mikudagin 27. septembur kl. 15:00.

NÆR: Mikudagin 27. septembur 2023 kl. 15:00-17:00
HVAR: Í hølunum hjá Filmhúsinum í Sjóvinnuhúsinum, á Vestaru Bryggju 15, 3. hædd

Framhaldandi samstarv

Tó at Tina í Dali Wagner fer frá sum dagligur leiðari fyri Filmshúsið, so ynskja bæði hon og stýrislimirnir Marjun Niclasen, Jón Hammer og Jan Berg Jørgensen, at halda fram við samstarvinum. Ætlandi verður Tina knýtt at Filmshúsinum sum ráðgevi.