Nóllywood 2023 – Filmsummarskúli fyri ung

Klippfisk skipar aftur í ár fyri filmssummarskúlanum Nóllywood, sum verður 1.-5. august á Háskúlanum.

Klippfisk skrivar:
Ert tú millum 14 og 18 ár, og vilt tú læra at gera film? 

So mást tú tekna teg til Nóllywood, sum er árligi summarskúlin fyri ung, sum eru áhugað í filmi. 

Nóllywood 2023 verður 1.- 5. august í Fólkaháskúla Føroya. 

Tekna teg við at senda ein teldupost til klippfisk@klippfisk.fo við hesum upplýsingum: 

– navn

– føðingardagur

– teldupostur

– tlfnr. 

– navn og tlfnr. hjá foreldrum ella verja

Harumframt verður tú biðin um at skriva í teldupostinum, hví tú vilt læra at gera film, og um tú hevur nakrar royndir við filmsframleiðslu. Royndir eru tó als ikki eitt krav. 

Um tú hevur spurningar, ber til at senda ein teldupost til klippfisk@klippfisk.fo