Tíðindaskriv: Nýggjur spælifilmur eftir Sakaris Stórá verður tikin upp í vár

Sakaris Stórá, sum er kendur fyri vælumtókta spælifilmin Dreymar við havið (2017) og virðislønta stuttfilmin Vetrarmorgun (2013), ferð nú undir upptøkurnar til næsta føroyska spælifilmin.

Filmurin, sum skal takast upp á Suðuroynni í vár, hevur altjóða heitið THE LAST PARADISE ON EARTH.

Filmurin fylgir Kára, sum arbeiður á lítla flakavirkinum í heimbygdini, har hann býr saman við pápanum og yngru systrini, Silju.

Heimið hjá teimum hevur ikki verið tað sama síðan mamman doyði. Sorgarrakti pápin, ið er uppilagstur sjómaður, megnar ikki at taka sær av familjuni.

Meðan flestu javnaldrarnir hjá Kára langtsíðan eru fluttir av oynni, ynskir Kári at verða verandi. Men tá pápi Kára brádliga fer aftur til skips, stendur Kári eftir við ábyrgdini av heiminum og yngru systrini, ið stríðist við ein gerandisdag ið setur alsamt hægri krøv.

Samstundis er lívsæðrin í bygdini í vanda, tí lítla flakavirkið er við at tapa bardagan móti marknaðarkreftunum og teimum broytingum sum ávirka havið og tilverugrundarlagið í bygdini.

Høvuðsleiklutirnar hava Sámal Hildibjartson Hansen, Bjørg Brynhildardóttir Egholm og Esther á Fjallinum. Sakaris Stórá hevur sjálvur skrivað handritið saman við høvundunum Tommy Oksen og Mads Stegger, og aftur hesaferð er viðurkenda myndakvinna Virginie Surdej handan myndatólið.


Fíggingin til filmin kemur frá Mentamálaráðnum (filmsgrunninum), Dansk Film Institut, Creative Europe Media umframt 25% í afturbering av pengum, sum verða brúktir í Føroyum (afturberingarskipanin). Filmurin er mentur í samstarv við filmsstevnuna í Berlin, har hann luttók á Berlinale Script Station í 2019 og Berlinale Talents Market í 2020, har hann vann VFF Talent Highlight Award fyri bestu verkætlan.

Kykmyndir framleiða filmin í samstarvi við Adomeit Film í Danmark.

Filmurin verður eftir ætlan frumsýndur í 2024.