Pitch

Lær at pitsja tína søgu

11. - 12. apríl 2026
Kr. 400
Sign up

Í apríl fer Karoline Leth, framleiðari á Zentropa, at undirvísa og venja filmsfólki í at ‘pitsja’ sína søgu ella hugskot”. 

Verkstovan verður hildin í Filmshúsinum 11.-12. apríl. Hesar báðar dagarnar fer Karoline, saman við luttakarunum, at venja hvussu ein best kann draga sína søgu saman til nakrar fáar reglur, ið vekja áhuga og forvitni.

Luttakararnir skulu frammanundan skriva eina stutta ‘pitsj’, ið skal lýsa kjarnuna í søguni ella hugskotinum. Longdin skal í mesta lagi skal vera 10 reglur. Afturat hesum skulu luttakararnir fyrireika eina munnliga framløgu áleið 5 min. Talan kann bæði verða um dokumentar, fiktión, animatión ella sjónvarpsrøð.

Pláss er bert fyri 6 luttakarum. Um tit eru fleiri, ið eru um somu verkætlan, vinaliga viðmerk hetta tá ið tit skráseta tykkum. Freistin at tekna seg er 1. apríl.

NÆR: leygardagin 11. apríl frá kl. 10.00 – 16.00 og sunnudagin 12. apríl frá kl. 10.00 – 15.30.

HVAR: Filmshúsið, Vestara Bryggja 15, 3. hædd. Tórshavn.