Instruktion og skuespil

Kom við tá vit eitt vikuskifti fáa vitjan av leikstjóra og handritahøvund Per Fly og sjónleikarinnu Charlotte Fich Leygardagin 26. og sunnudagin 27. mars

mars 26 & 27 kl. 10.00 - 16.00
Kr. 450
Sign up

Vit fara at kava niður í nakrar scenur úr filmum tey hava arbeitt við, antin saman ella hvør sær.

Vit fara at tosa um fortreyturnar fyri at okkurt kann eydnast og okkurt annað miseydnast. Vit fara at tosa um undankanning, upplestur og samstarvið millum sjónleikara og leikstjóra. Vit fara at leggja dent á háttalag. Casting, handrit, samrøða osfr. Alt, sum hesi fakini bera í sær og sum vit kunnu náa at tosa ígjøgnum uppá eitt vikuskifti. Og so fara vit eisini at hyggja eftir eina rúgvu av filmsbrotum.

Per Fly bleiv útbúgvin á Danska Filmsskúlanum í 1989. Hann hevur leikstjórnað tríggjar partar av sjónvarpsssendingini TAXA (1997-1999), hann hevur skapt trífilmsverkið BÆNKEN, ARVEN og DRABET (2000-2005), haraftrat Forestillinger (miniseria í seks pørtum), Kvinden der drømte om en mand (2010), Monica Z (2013), Dobbeltspil (2018) og fýra partar í sesong fýra av sjónvarpssendingini Borgen (frumsýning 13. februar á DR).

Charlotte Fich bleiv útbúgvin á Århus Teaterskole í 1989.

Umframt at hava arbeitt við sjónleiki hevur hon eisini arbeitt á eina rúgvu av filmum og sjónvarpssendingum m.a. kunnu nevnast Det store flip (1997), Når mor kommer hjem (1998), Rejseholdet (32 partar), Lærkevej (SV-sending), Broen (2018) og Borgen (2022).