Leiklist á filmiLeiklist á filmi
Fimm daga lang verkstova fyri leikstjórar og sjónleikarar, við leikstjórunum Charlotte Sieling og Kristoffer Nyholm.
Fimm daga lang verkstova fyri leikstjórar og sjónleikarar, við leikstjórunum Charlotte Sieling og Kristoffer Nyholm.
Frá leygardegnum t. 25. september til og við mikudegnum t. 29. september, bjóðar Filmshúsið, í samstarvi við Leikarafelag Føroya, á eina fimm daga langa verkstovu.
Skeiðið er ætlað leikstjórum og sjónleikarum, sum eru áhugað í at arbeiða við teir ymiskleikar, sum eru á sjónleikaligum brøgdum á palli og á lørifti.
Eins og vit gjørdu seinast, fara vit at leggja dent á samanspælið og samrøðuna millum tveir listarligar yrkisbólkar, sum hava hvør sítt sjónarhorn og hvør sína yrkisgrein. Hetta er ein verkstova, har dentur verður lagdur á, at lata einkultu scenuna samvirka í teksti, leiki og leikstjórn.
Hetta er eitt skeið, sum hevur ”rock’n’roll”-eyðkenni, har vit nýta tey amboð, sum eru til taks. Vit rokna við at hava pláss fyri átta sjónleikarum og fýra leikstjórum, sum verða deild upp í smærri bólkar. Vit gera bólkarnar, men blanda soleiðis, at tú á hvørjari upptøku fær nýggjar makkarar. Ætlanin er at hvør leikstjóri og hvør sjónleikari nær at arbeiða við trimum scenum.
Skráin:
Leygardagur 25. sept.:
09.00 – 10.00 Innleiðsla og gjøgnumgongd av verkstovu
10.00 – 11.00 Gjøgnumgongd av treytum fyri allar upptøkurnar
11.00 – 12.30 ”Reading” i tveimum bólkum, miðmáli og fyrireiking til upptøkurnar
13.00 – 17.00 Bólkur 1 & 2 filma og bólkur 3 & 4 hjálpa
17.00 – 18.00 Døgurði
18.00 – 22.00 Bólkur 1 & 2 klippa og bólkur 3 & 4 hava frí
Sunnudagur 26. sept.:
09.00 – 13.00 Bólkur 3 & 4 filma og bólkur 1 & 2 hjálpa
13.00 – 14.00 Miðmáli
14.00 – 18.00 Bólkur 3 & 4 klippa
14.00 – 17.00 Undirvísing við Charlotte. Fyrireiking hjá leikstjóranum av scenuni. Samstarv við
sjónleikaran
Mánadagur 27. sept.:
09.00 – 13.00 Bólkur 1 & 2 taka upp
10.00 – 13.00 Undirvísing við Charlotte. Fyrireiking hjá leikstjóranum av scenuni. Samstarv við
sjónleikaran.
13.00 – 14.00 Øll eta miðmála saman. Bólkur 3 & 4 fyrireika seg til upptøkur
14.00 – 18.00 Bólkur 3 & 4 taka upp
14.00 – 18.00 Bólkur 1 & 2 klippa (Sjónleikarar kunnu sita við um teir hava hug)
18.00 – 22.00 Bólkur 3 & 4 klippa (Sjónleikarar kunnu sita við um teir hava hug)
Týsdagur 28. sept.:
09.00 – 12.00 ”Walk and talk” tiltak. Allir sjónleikarar og leikstjórar á set.
12.00 – 13.00 Miðmáli
13.00 – 18.00 Upptøkur av ”Walk and Talk”
18.00 – 21.00 Klippa
Mikudagur 29. sept.:
09.00 – 12.00 Sýning av scenunum.
12.00 – 13.00 Miðmáli
13.00 – 15.00 Framhald av sýning av scenunum
15.00 – 16.00 Eftirmeting og skeið endar
Skeiðið verður í hølunum hjá filmshúsinum á Vestara Bryggju.
Tú meldar teg til við at skriva til tina@filmshus.fo
Skriva navn, bústað, telefonnummar, teldupost og yrkisgrein.
Tað kostar 1.800 kr at luttaka og freistin at melda seg til er 2. september. Tú fær svar uppá, um tú hevur fingið pláss, stutt eftir freistini.
Charlotte Sieling
Er leikstjóri, handritahøvundur og sjónleikari. Charlotte hevur havt nógvar leikpartar í bæði sjónleiki og á filmi, men bleiv fyrst ordiliga kend, tá hon leikstjórnaði sjónvarpssendingar Rejseholdet og Krøniken. Síðan hevur Charlotte leikstjórnað fleiri filmar og sjónvarpssendingar, bæði í Danmark og uttanlands. Millum annað kunnu nevnast:
Margrete den første, 2021, Homeland, sjónvarpssending, 2 partar, 2014-2018, Mesteren, 2017, The Strain, sjónvarpssending, 2 partar, 2014, Borgen, 2013, Broen, 2011, Forbrydelsen, 2007-2009, Over gaden under vandet, 2009.
Kristoffer Nyholm
Er leiksjóri og hevur leikstjórnað eina rúgvu av sjónvarpssendingum, bæði í Danmark og uttanlands. Millum annað kunnu nevnast:
The Vanishing, filmur, 2018, Taboo, sjónvarpssending, 2017, The Enfield Haunting, 2015, Forbrydelsen, 2007-2009, Ørnen, 2005, Nikolaj og Julie, 2002-2003, Taxa, 1997-1999.