Persónliga myndamálið
Dokumentarskeið við Frank Piasecki Poulsen, konsulenti á dokumentarøkinum á DFI
Nær: Skeiðið er fýra dagar, frá 27. til 30. apríl. Hósdagin 27/4 og fríggjadagin 28/4 frá kl. 16-21 og leygardagin 29/4 og sunnudagin 30/4 frá kl. 10-16
Hvar: Filmshúsið
Hvør: Frank Piasecki Poulsen
Fyri hvønn: Øll, sum hava áhuga fyri at gera film, serliga dokumentarfilm
Kostnaður: 450 kr. Ábit og kaffi er við allar dagarnar
”It’s all about storytelling”, siga tey. Vit skilja okkum sjálvi, hvønn annan og heimin gjøgnum tær søgur, okkum eru sagdar. Hetta skeiðið er ein roynd at lýsa nakrar universellar grundreglur fyri at siga søgur.
At gera film snýr seg í stóran mun um tøkni. Hetta eru ting, tú kanst lesa um í bókum og manualum. Men tað, sum ger ein film serliga góðan, er tað persónliga íkastið, sum leikstjórin kemur við. Á hesum skeiðinum kemur tú at arbeiða við tínum persónliga eygnabragdi, hvussu tú sjálv/ur skoðar heimin og hvussu tú umsetir hetta til livandi myndir.
Uttan mun til, um tú hugsar, at tú skalt verða dokumentarleikstjóri, fotografur, framleiðari ella okkurt heilt annað, so er hetta skeiðið nakað fyri teg. Kravið er, at tú hevur forvitni, hug til og áhuga fyri at menna tínar filmsligu førleikar og at fáa eina djúpari fatan av tínum egna talenti.
Skeiðið er eitt bland av praktiskum filmsligum uppgávum, sum verða sett saman við samrøðum, kjaki og hópi av filmsbrotum. Endamálið við skeiðinum er, at hugsavna teg um títt egna talent, samstundis við at tú mennir títt egna myndamál og lærir meira um ta listarligu frásøguna.
Tú skalt nýta egna telefon til at gera upptøkur við.
Frank Piasecki Poulsen er útbúgvin sum sjónvarpstilrættaleggjari á Dansk Filmsskúlanum. Hann hevur m.a. leikstjórnað dokumentarfilmarnar Guerilla Girlog Blod i mobilen. Frank hevur verið dokumentarfilmsráðgevi á Danska Filmsinstituttinum síðani 2019.
– um Frank Piasecki Poulsen