“At spæla film” – ein verkstova fyri leikarar
Leikstjórin Sakaris Stórá skipar verkstovu fyri leikarar
Leikstjórin Sakaris Stórá skipar verkstovu fyri leikarar, ið ynskja sær vitan og fleiri royndir innan film.
Seinastu nógvu árini hevur Sakaris Stórá arbeitt við føroyskum filmi sum leikstjóri og høvundur. Filmarnir hava fingið altjóða viðurkenning, og ofta eru tað leikaraavrikini og samspælið millum leiklutirnar, ið fáa bestu skotsmálini.
Sakaris Stórá hevur altíð lagt stóran dent á, at filmur er úrslitið av samstarvi, og at leikarin er ein týðandi partur av skapanartilgongdini.
17.-18. oktobur verður verkstovan “At spæla film”. Verkstovan byggir á royndirnar og arbeiðshættir hjá leikstjóranum. Hon verður skipað sum ein samanrenning av praktiskum uppgávum, práti, dømum úr filmum hjá leikstjóranum og tvívegis samrøðu um leik á filmi
Filmshúsið er fyriskipari.
Tíðarskeið: 17. og 18. oktobur frá 9:30 – 15:30
Staður: Filmshúsið, Vestara Bryggja 15, 3. hædd
Kostnaður: 350 kr.
Í kostnaðinum er kaffi/te og ábit á døgurða.
Seinasta freist at tekna seg er 11. oktobur. Avmarkað pláss eru.