Colorgrading & VFX

Color grading & VFX. Hvørji listarlig val átti man at tikið áðrenn man fer í holt við at litviðgera ein film, SV-sending ella heimildarfilm?

4. marts fra kl. 10.00 - 16.00
Kr. 0
Sign up

Filmshúsið hevur í samstarvi við KVF bjóðað litviðgera (colour grader) Olesya Kireeva og VFX framleiðara Signe Vinther til Føroya fríggjadagin 4. mars.

Frá klokkan 10.00 – 16.00 vitja tær í Filmshúsinum og fara at tosa um colour grading og VFX.

Hvørji listarlig val átti man at tikið áðrenn man fer í holt við at litviðgera ein film, SV-sending ella heimildarfilm?

Vit hava biðið Olesya tikið nøkur dømir við um filmar hon hevur arbeitt við og tosa um listarlig val tikin saman við leikstjóra og filmsfotografi.

Vit hava eisini biðið Olesya leggja serligan dent á workflow, hvussu hon skipar tilfarið, so man sjálvur fær eina lætta tilgongd til tað og tryggjar at onnur, sum eru partur av eftirarbeiðinum, fáa handað atkomuligt tilfar.

Bæði Olesya og Signe fara at tosa um lættari VFX, sum kann gerast partur av arbeiðsháttinum og so leggja vit dent á loysnir, sum eru lagaðar eftir tann einstaka filmin, hvørt tað er ein high ella low framleiðsla.

Olesya hevur litviðgjørt eina rúgvu av spælifilmum, SV-sendingum, heimildarfilmum og stuttfilmum, m.a. kunnu nevnast Du som er i himlen (Tea Lindeburg), Pagten (Bille August) og De forbandede år (Anders Refn).

Signe Vinther er visual effects framleiðari og hevur, eins og Olesya, arbeitt á eina rúgvu av filmum, m.a. Hvidstensgruppen II (Anne-Grethe Bjarup Riis), Vores mand i Amerika (Christina Rosendahl) og De forbandede år (Anders Refn). Eisini hevur hon arbeitt sum VFX framleiðari fyri felagið Ghost á altjóða framleiðslum sum t.d. Star Wars: The Last Jedi, The Walking Dead (SV-sending).