Viðferð av framleiðslum

Hetta skeiðið er ætlað tykkum, sum ynskja at bjóða tykkum framm við teimum førleikunum, tit hava, í samband við at framleiðslufeløg koma uttanlandafrá, men eisini til tykkum, ið ynskja at fáa eitt betri innlit í, hvussu framleiðsludeildir virka.

15. nov., 16. nov. & 18. nov.
0 kr.
Sign up

Nær: Skeiðið strekkir seg yvir trýggjar dagar.
Mikudagin 15. nov.: 16-21
Hósdagin 16. nov.: 16-21
Leygardagin 18. Nov.: 10-16

Hvar: Filmshúsið (Vestara Bryggja 15, 3. th. – Tórshavn)
Undivísingarmál: Danskt
Kostnaður: Ókeypis. Ábit og drekka verður at fáa allar dagarnar.

Kom og ver við, tá Johnny Andersen fer at læra frá sær, alt hann veit innan filmsframleiðslu.

Hetta skeiðið er ætlað tykkum, sum ynskja at bjóða tykkum framm við teimum førleikunum, tit hava, í samband við at framleiðslufeløg koma uttanlandafrá, men eisini til tykkum, ið ynskja at fáa eitt betri innlit í, hvussu framleiðsludeildir virka.

Hvat verður væntað av einum framleiðsluleiðara, hjálparfólki, line-framleiðara, upptøkuleiðara, rennara, o.s.fr.? Hvussu arbeiða hesi saman? Hvussu skapar man greidleika og transparens, og hvussu tryggjar man fakliga menning í einum arbeiðshøpi, har trýstið er stórt og tíðin avmarkað? Alt hetta, og nógv annað, verður greitt frá.

Listarligi leiðari á New Danish Screen (DFI), Mette Damgaard Sørensen, kemur eisini framvið ein av døgunum sum gestaundirvísari.

Johnny Andersen hevur drúgvar royndir innan filmsframleiðslu. Hann hevur starvast sum framleiðsluleiðari, framleiðari og lineframleiðari á mongum filmum, eitt nú: “Only God Forgives”, “Speak No Evil”, “Valhalla Rising”, “Holdy Spider”, “Underverden II”, o.s.fr.

Harafturat hevur Johnny undirvíst á Den Danske Filmskole í mong ár og hevur starvast sum framleiðari hjá New Danish Screen.

Øll eru vælkomin á skeiðið – roynd sum óroynd. Tann føroyska filmsvinnan hevur stóran tørv á framleiðslumegi.