Filmsdagar í Vágum

Við Andrias Høgenni

30.-31. oktober 2025
Kr. ókeypis
Sign up

Virkishúsið við Ánna bjóðar ungum, við áhuga fyri filmi, at koma á gátt hósdagin 30. og fríggjadagin 31. oktober; báðar dagarnir frá kl. 15:00 – 19:00 í Listastovuni í Miðvági. 

Komið við og fá eina grundleggjandi og intensa frálæru í filmsframleiðslu. Kendi føroyski filmsleikstjórin Andrias Høgenni, fer at leiða hópin hesar dagarnar. 

Ung framleiða, skapa og læra kynstrið at siga frá søgum, víðarimenna hugskot til eitt storyboard e.l. og at framleiða ein stuttan film á føroyskum. Tað ber til bæði at melda seg sum eitt filmslið ella koma sum einstaklingur. Tekniskir førleikar eru ikki eitt krav. 
Øll ung í aldrinum 7.flokkur til og við 18 ár, við áhuga, fyri filmi eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis.

Tilmelding: Tilmelding fer fram umvegis t-post virkishusid@vaga.fo ella við at ringja til leiðaran Margaret L. Kjelnæs á tlf. nr. 794461 í seinasta lagi 20. oktober. Tilmelding krevst.
TAÐ BER IKKI TIL AT TILMELDA SEG HER Á SÍÐUNI.

“Talent í Eygsjón” 
er ein verkætlan, sum Filmshúsið hevur sett í verk og sum hevur til endamáls at geva ungum ein møguleika at luttaka og menna virkishugin innan filmframleiðslu á føroyskum. Verkætlanin ferðast um alt landið, so øll ung í Føroyum fáa høvi at royna seg. Ung, ið umhugsa at halda á fram at virka innan filmsumhvørvi, kunnu so seinni fáa uppaftur fleiri nýggjar og spennandi avbjóðingar. 

#Betri stuðlar tiltakinum