Hevur tú eina góða søgu um ella úr Føroyum?

Kom tá í Filmshusið og sig okkum hana. Vit leita eftir føroyskum søgum, sum kunnu gerast partur av Norddok 2 og seinni blíva til heilmildarfilmar.

23 & 24 november 17.00 - 19.00
Kr. 0
Sign up

Norddok er ein pulja á 24 mió. DKK yvir trý ár, sum skal brúkast til films- og sjónvarpsframleiðslur um Grønland, Føroyar og Danmark.

Hevur tú hugskotið, hava vit yrkisfilmsfólkini, sum kunnu hjálpa tær at siga søguna. Tað kann eisini vera at tú sjálv/ur er yrkisfilmsfólk, sum hevur tørv á yrkisligum stuðli til at framleiða filmin í Norddok-økinum.

Tú hevur sjey minuttir at sannføra okkum um, at tað er títt hugskot sum skal fáa hjálp til menning. Vit eru ikki játtandi myndugleikin – tað er ein nevnd frá Danska Filmsinstituttinum. Endamálið við hesum báðum kvøldunum er bert at hjálpa við at menna tey mest áhugaverdu hugskotini, so tey kunnu klára seg betri til umsóknarumførini hjá Danska Filmsinstituttinum.

Týskvøldið 23. november klokkan 17.00 til 19.00 og mikukvøldið 24. november, eisini frá klokkan 17.00 til 19.00. Fyrstur fær fyrst.

Tá tú hevur meldað teg, fært tú tillutað eina tíð at møta í Filmshúsinum.

Síggjast!