Kynstrið at selja søguna (to pitch)
Verkstovan nevnist; ‘Kunsten at pitche ‘. Tað er Karoline Leth, framleiðari á Zentropa, ið fer at undirvísa og venja fólk at pitsja sína søgu
Í juni skipar Filmshúsið fyri verkstovu ið nevnist; ‘Kunsten at pitche ‘. Tað er Karoline Leth, framleiðari á Zentropa, ið fer at undirvísa og venja fólk at pitsja sína søgu ella hugskot.
Skeiðið verður hildið í Filmshúsinum 15.-16. juni. Hesar báðar dagarnar fer Karoline, saman við luttakarunum, at venja hvussu ein best kann draga sína søgu saman til nakrar fáar reglur, ið vekja áhuga og forvitni.
Luttakararnir skulu frammanundan skriva eina stutta ‘pitsj’, ið skal lýsa kjarnan í søguni ella hugskotinum. Longdin skal í mesta lagi skal vera 10 reglur. Afturat hesum skulu luttakararnir fyrireika eina munnliga framløgu áleið 5 min. Talan kann bæði verða um dokumentar, fiktión, animatión ella sjónvarpsrøð.
Gevið gætur: Um tit eru fleiri, ið eru um somu verkætlan, vinaliga viðmerkt hetta tá ið tit skráseta tykkum. Freistin at tekna seg er 5. juni.
NÆR: leygardagin 15. juni frá kl. 10.00 – 16.00 og sunnudagin 16. Juni frá kl. 10.00 – 15.30.
HVAR: Filmshúsið, Vestara Bryggja 15, 3. hædd. Tórshavn.