VISUAL STORYTELLING

Frá leikriti til upptøkur. Nú hevur tú møguleikan at lurta og læra, tá filmsfotografurin Manuel Claro vitjar Filmshúsið og greiðir frá sínum yrki sum filmsfotografur.

15. til 16. apríl
450 Kr.
Sign up
  • Tíð: 15. Og 16. apríl, báðar dagar frá kl. 10-16
  • Stað: Filmshúsið 
  • Hvør: Manuel Alberto Claro í samrøðu við Tinu í Dali Wagner 
  • Fyri hvønn: Øll, sum hava áhuga í ‘visual storytelling’ 
  • Kostnaður: 450 kr. 

Frá leikriti til upptøkur. Nú hevur tú møguleikan at lurta og læra, tá filmsfotografurin Manuel Claro vitjar Filmshúsið og greiðir frá sínum yrki sum filmsfotografur. Dentur verður serliga lagdur á arbeiði fram móti fyrstu upptøkuni, frá lesing av leikriti til fyrsta fund við leikstjóran. Hvussu samskifta fotografur og leikstjóri fyri at tryggja sær, at tað er sami filmur, báðir síggja fyri sær? Síðani gjørgnumganga vit research-partin, har Manuel, leikstjórin og framleiðslusniðgevin (production desinger) koma ásamt um litir, rúm, stíl, kamera osfr., fyri at fáa eina greiðari fatan av, hvørji val kunnu tryggja, at tað visuella gerst eitt sterkt element, sum leggur nakað afturat søguni og kann lyfta hana. 

Útgangsstøði verður tikið í nøkrum av teimum filmum og sjónvarpsrøðum, sum Manuel hevur fotograferað. Manuel Claro er føddur í Kili. Hann tók útbúgving sum stillfotografur á Instituto Europeo di Design í Milano, flutti síðani til Danmarkar og varð útbúgvin filmfotografur á Danska Filmsskúlanum í 2001. Hann hevur starvast saman við Lars von Trier á The House That Jack Built (2018), Nymphomaniac (2013) og Melancholia (2013). Av øðrum verkum, hann hevur filmað, kunnu vit nevna Voksne mennesker (Dagur Kári, 2005), Spies og Glistrup (Christoffer Boe, 2013), Pagten (Bille August, 2021), Kagefabrikken (Christian Lollike, 2023) og eina røð av dokumentafilmum (Scandinavian Star, Våbensmuglingen og Jeg taler til jer – John Kørners verden, fyri at nevna nakrar). 

Fest Film Lab