Filmshúsið skipaði fyri LIVE-DUBBING tiltaki fyri fólkaskúlanæmingum

Í samstarv við BUSTER Film Festival í Danmark og Norðurlandahúsið bjóðaði Filmshúsið til eina føroyska filmsuppliving – eitt live-dubbing tiltak – mándagin 20. nov. 2023 í stóra salinum í Norðurlandahúsinum.

Meira enn 350 næmingar og lærarir úr fólkaskúlum kring landið komu á gátt og sóu oscarútnevndað írska animatiónsfilmin: ”Wolfwalkers”, sum fjøllistamaðurin Trygvi Danielsen, ið eisini leikstjórnaði, hevði umsett til føroyskt – og nú kom filmurin at eita: ”Úlvafólk”.

Sýningin byrjaði við at teir fimm leikarnir – Durita Dahl Andreassen, Hjálmar Dam, Dina Fríða Poulsen, Fía Mortensen og Bergur Julian Jensen – greiddu frá hvønn leiklut tey løgdu rødd til úr filminum. Síðani settu tey seg á fremstu røð, har tey høvdu nótastativir, handrit og lampur frammanfyri sær, og løgdu rødd til leiklutirnar beinleiðis úr salinum í 1. tíma og 40 min.

Tað var ein lýrisk frásøgn við eini natúrligari og føroyskari tulking av filminum – sum at hoyra upplestur úr eini bók – tó stuðlað av framúrskarandi livandi myndum.

Á hendan hátt bjóðaðu vit teimum yngstu áskoðarunum inn og góva teimum møguleika at síggja ein stóran animatiónsfilm, sum tey megna at skilja og fylgja við í – tí hann var fortaldur á móðurmálinum.

Børnini vóru sera bergtikin av filminum og framførðsluni og sótu sum límað til stólin. Eftir framførðsluna fingu børnini eina posa við leskiligum til góman stuðlað av RASKA, Poul Hansen og Poul Michelsen.

Mariella Harpelunde Jensen, skrástjóri á BUSTER Film Festival, fortaldi Dagur og Viku eftir sýningina, at: ”De små sprog har det svært. De store streamingtjenester er ligeglade med vores sprog, så dem skal vi selv passe på.”

Á BUSTER Film Festival hava tey 23 árs royndir við at skipa fyri live-dubbing sýningum og um tað segði hon: ”Live dubbing er sjovt, fordi børnene bliver bevidste om at der er nogle skuespillere, der har lagt stemmer til rollerne og til fortællingen, fordi de sidder i salen med nodestativer med lys på, på forreste række. Så man bliver bevidst om, at der er en proce,s og at der er nogen der har arbejdet med sproget for at man er der…”

Føroyskur barna filmsfestivalur:
Kunngerast skal at Filmshúsið hevur gjørt eina samstarvsavtalu við BUSTER Film Festival og Norðurlandahúsið um, at vit framyvir fara at skipa fyri einum barnafilmsfestivali í Føroyum eina ferð um árið!

Hesum greiddi Tina í Dali Wagner, leiðari í Filmshúsinum, frá í Dagur og Viku, tá tey tosaðu við hana eftir sýningina.

BUSTER fer at velja út uml. 6 skraddaraseymaðar filmar, ið skulu vísast til børn í ymiskum aldursbólkum. Síðani ber til hjá børnum kring landið at koma í Norðurlandahúsið og vónandi eisini Havnar Bio, mentanarahús, bókasøvn, o.s.fr. at síggja filmarnar á føroyskum.

Við hesum tiltakið vil Filmshúsið einaferð árliga leggja serligan dent á føroyska málið.

”Alle kan sætte sig ned og sige, hvor mange minutter bliver der tilbudt børn at se noget på deres eget sprog, og det skal vi ikke have i minutter – det skal vi have op i timer. Det er det der er målet!” citat – Tina í Dali Wagner.

Hvat er dubbing?
Orðið “dubbing” kemur frá enskum og lýsir mannagongdina við at leggja rødd til ein útlendskan film ella teknifilm. Ein av orsøkunum til at nýta dubbing er fyri at geva teimum yngstu áskoðarunum betri møguleika at fylgja við í filminum.

Um filmin – Wolfwalkers/Úlvafólk
Tá ein ung genta fer til Írlands við pápa sínum við tí fyri eyga at avoyða seinastu úlvarnar, verður hon vinkona við eina djarva gentu úr eini duldarfullari ætt, sum sigst at broytast til úlvar um náttina.

Til ber at síggja treylaran her.

BUSTER Film Festival
BUSTER er størsti filmsfestivalur í Norðurlondunum fyri børn og ung. Festivalurin vísir +170 filmar og sjónvarpsrøðir úr øllum heiminum og skipar fyri serstøkum tiltøkum í biografum og mentanarstovnum kring Keypmannahavn. Tey geva út eina barnagarðsskrá, eina skúlaskrá og eina áskoðaraskrá og á hvørjum ári luttaka yvir 30.000 børn, lærarar og familjur á festivalinum. Les meira um BUSTER.

Onnur, ið hava stuðlað tiltalkinum eru:

Ljóðtøkni við útgerð til venjingina

Havnar Hornorkestur við nótastativum

Klippfisk við hølum at venja í