FILMSTINGIÐ
Á Filmstinginum umrøða, tingast og kjakast vit um filmslist, mentan og vinnu – okkara fakliga forum, har vit skapa sambond og samstarvsfelagar.
Á skránni verður:
Thomas Koba og Kim Simonsen
Stuttfilmurin “Áin” er ein listafilmur, sum Thomas Koba hevur leikstjórnað. Filmurin byggir á yrkingar hjá rithøvundanum Kim Simonsen. Áin er ein av filmunum, sum vórðu tilnevndir stuttfilmsvirðislønina Geytan 2026.
Vit fara at hoyra nærri um, hvussu verkætlanin samantvinnar tónleik, visuellan list og upplestur. Teir greiða frá tilgongdini, og hvussu útbreiðslan av stuttfilminum hevur gingið. Heðin Ziska Davidsen er tónasmiður, og Michael Koba er framleiðari.
Gudmund Helmsdal
Whistler er enska heitið á nýggja horrorfilminum, sum Gudmund Helmsdal hevur skrivað og Outlier Projects framleiðir.
Whistler er ein ambitiøst verkætlan og Gudmund og Jón eru júst afturkomnir úr Helsinki har teir hava pitcha verkætlanina. Gudmund fer at greiða nærri frá tilgongdini og siga frá pitch-løturnar úr Helsinki og Suðurkorea – og hvat næsta stigið er.
Filmsgrunnurin
1. uppskot til fíggjarlógina 2027 verður almannakunngjørt dagin fyri Filmstingið. Sig tína hugsan um játtanina til filmsgrunnin.
Filmstingið varpar ljós á allar tættir innan filmsframleiðslu.
Vit tingast um alt millum himmal og jørð, sum hevur við film at gera.
Setið kross í kalendaran 1. oktober kl. 19.30 – 21:00 í Perluni. Tiltakið er ókeypis, og vit bjóða kaffi og te.