Tíðindaskriv: Tóki og Niels Jacob vunnið virðisløn í Malmø fyri Føroya fyrstu animatiónsrøð fyri børn 

Føroyska animatiónsrøðin The Unreal World of Alda (Tann óveruliga verðin hjá Aldu), sum Tóki Jansson ger, hevur vunnið Kids Kino Industry virðislønina á framløgtingi i Malmø. Her løgdu Toki Jansson, Niels Jacob Kjærbæk og Jón Hammer fram Føroya fyrstu animeraðu sjónvarpsrøð fyri børn, væl stuðlaðir av Jonas Wagner, sum er teirra høvuðsframleiðari (executive producer). Eftir framløguna høvdu teir fundir við fleiri fíggjarar og sølufeløg, m.o. Danmarks Radio og Det Danske Film Institut. 

Kids Kino Industry virðislønina fingu teir fyri originalu animatiónirnar í verkætlanini. Við heiðurinum fylgir innbjóðing til Póllands, har Kids Kino Industry verður í oktobur  í ár. Her hava teir møguleika fyri at leggja verkætlanina fram fyri altjóða fíggjarum úr øllum heiminum.