FILMSTINGIÐ
Filmstingið varpar ljós á allar tættir innan filmsframleiðslu. Hesa ferð fara vit at hoyra um, hvørjar royndir filmsfólk gera sær úti í heimi og um avrik, royndir og tilgondir hjá teimum.
Vit tingast um alt millum himmal og jørð – sum hevur við film at gera.
Setið kross í kalendaran 20. november kl. 19.30. Tiltakið er ókeypis, og vit bjóða kaffi og te.
HVAR: Í Perluni, Tórsgøta í Havn
NÆR: Hóskvøldið 20. november kl. 19.30-21.00
Á skránni verða hesi:
Maria Torgarð, leikstjóri
Hon fortelur um tilgongdina úr filmsskúla í Stockholmi til eitt pitch av dokumentarprojektinum Knots, ið at enda vinnur Nordic Talent Pitch kapping umframt at fáa tillutað Wild Card stuðul frá Filmsinstituttinum í Stockholm.
Eir í Ólavstovu, leikstjóri og Jens L. Thomsen, tónasmiður fortelja um norðurlendsku ljóð- og myndaverkstovuna í Lofoten. Vit hoyra um samstarv og royndir teirra millum.
Sakaris Stórá, leikstjóri greiðir frá sínum royndum innan leikrit til spælifilm, umframt ta góðu tilgongdina at samstarva um leikrit og at leikstjóran ein spælifilm á føroyskum– sum endar við at vinna norðurlendsku filmsvirðislønina.
Fyriskiparar eru Filmshúsið og Klippfisk
Øll eru hjartaliga vælkomin.