Katrin kom inn á Danska Filmsskúlan
Tað er ikki bara sum at siga tað at sleppa inn á filmsskúla í Norra ella Danmark. So tað, at fáa at vita, at tú ert komin inn á báðar, samstundis, mann vera eindømi. Tað eindømi er 23-ára gamla Katrin Joensen-Næs. Í videobrotinum omanfyri greiðir hon frá, hvussu upptøkuroyndirnar gingu fyri seg, og hví hon endaði við at velja danska filmsskúlan, har hon byrjar á leikstjóralinjuni í august 2023.
Katrin er bara annar føroyingurin, sum er sloppin inn á leikstjóralinjuna á Danska Filmsskúlanum. Hin eitur eisini Katrin – Katrin Ottarsdóttir – sum varð útbúgvin leikstjóri av sama skúla í 1982. Aðrir føroyingar hava gingið á virda Danska Filmsskúlanum, men á øðrum leiðum ella linjum. Vit kunnu nevna nøkur teirra, sum hava gingið, ella ganga, á skúlanum, sum einans tekur seks næmingar inn, annaðhvørt ár, á hvørjari linju: Hans Petur Hansen sum filmsfotografur, Elin Heinesen sum leikritshøvundur, Jón McBirnie og Peter Storm Wich sum tónameistarar pg Maria Winter Olsen, sum gongur á dokumentarlinjuni.
Filmshúsið ynskir Katrini til lukku við upptøkuni, sum boðar frá góðum fyri framtíðina hjá føroyskum filmi.