Mentanargrunnurin skal umsita stuðul til filmsgerð
Vit eru sera fegin um hetta uppskot. Ein føroyskur filmsgrunnur er ein av teimum fýra súlunum, sum Filmshúsið hevur haft sum eitt mál at røkka. Vit hava arbeitt við at fáa ein skipan við filmskonsulentum, ið kann tryggja, at førleikar og orka eru til at fylgja gongdina í teimum verkætlanum, sum fáa stuðul. Játtanin er í løtuni 4,5 mill. so enn er nakað á mál. Tá ið filmsjáttanin verður 10 mill ber til at framleiða ein føroyskan spælifilm, umframt at rúm verður fyri at framleiða annað føroyskt tilfar. Og ikki minst, fer hetta at tryggja lønarlagið, so fólk kunnu fóta sær og støðast í vinnuni.
Les meira HER