Signe Byrge, framleiðari kemur til Føroyar

Kenda filmsframleiðaran hjá Final Cut for Real, Signe Byrge kemur til Føroyar at undirvísa nú Filmshúsið skipar fyri skeiði í filmsframleiðslu.
Hevur tú hug at læra meira um arbeiðið hjá einum filmsframleiðara, hvørji amboð eru týdningarmikil at duga, og hvat arbeiðið krevur?

So kanst tú tekna teg til framleiðaraskeiðið við framleiðaranum Signe Byrge, sum Filmshúsið skipar fyri.

Á skeiðinum verður arbeitt við allari tilgongdini í eini filmsframleiðslu — frá menning av hugskoti og pitching til arbeiðið við tíðarætlan, fíggjarætlan, stuðulsmøguleikum og útbreiðslu av filminum.

Signe Byrge fer at greiða frá teimum praktisku uppgávunum hjá einum framleiðara og vísa dømi úr veruligum filmverkætlanum.
Jón Hammer frá Outlier Projects luttekur eisini, og fer at vísa á føroysk dømi.

Les meira um skeiðið og tekna teg til undir síðuni TILTØK ella her: