Starvslýsing – Samskipari
Tíðaravmarkað starv sum samskipari í Filmshúsinum er nú leyst at søkja.
Í dagliga arbeiðinum í Filmshúsinum hava vit tørv á samskipara frá 1. august og árið út. Millum uppgávurnar eru at skipa skeið, at samskipa verkætlanir og, í samstarvi við leiðaran, at skipa dagliga arbeiði í Filmshúsinum. Tú kemur eisini at arbeiða við samskifti, heimasíðu og sosialum miðlum.
Uppgávurnar eru nógvar og fjøltáttaðar, og tað er tí týdningarmikið, at tú:
- ert ágrýtin
- ert sjálvstøðug/-ur
- ert røkin
- hevur góðar førleikar at samskifta og samskipa
- hevur góð samstarvsevni
- hevur góðar telduførleikar
- dugir væl at samskifta á føroyskum, enskum og norðurlendskum málum
Vit vænta, tú hevur viðkomandi hægri útbúgving, eitt nú innan film, og hevur viðkomandi starvsroyndir við verkætlanarstýring og samskipan.
Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.
Freistin at søkja er mánadagin 1. juni 2023.
Umsókn skal sendast við telduposti til tina@ffi.fo
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tinu í Dali Wagner, sum er dagligur leiðari í Filmshúsinum, við at senda teldupost til tina@ffi.fo.