Verkstova og filmssýning: BIRITA
Heimildarfilmurin BIRITA hjá Búa Dam hevur frumsýning í Føroyum, og í hesum sambandi verður verkstova í Filmshúsinum. Tað eru teir tríggir Mark Steel, Tom Ryan og Ricardo Acosta, sum hvør í sínum lagi greiða frá tilgongd, raðfestingum, uppgávum og nágreina arbeiðið í praksis við dømum. Dentur verður lagdur á samrøðu og kjak.
TILMELDING Á HESARI SÍÐUNI. Freistin er hósdagin 16. apríl.