Hvørja leið skal føroyskur filmar fara?

Í sambandi við stóra filmstiltakið, GEYTIN, fáa Filmshúsið og Norðurlandahúsið vitjan av stjóranum fyri Nordisk Film & TV Fond. 

Leygardagin 8. februar skipar Filmshúsið saman við Norðurlandahúsinum fyri áhugaverdum orðaskifti. Sjóneykan verður sett á  støðuna hjá Filmsvinnuni í Føroyum og um samstørv við KVF og Nordisk Film & TV Fond.

Við pallborðið sita fýra fólk, og øll taka fegin móti íkastum úr salinum.

Tey fýra við pallborðið eru Liselott Forsman, stjóri í Nordisk Film & TV Fond, Marjun Niclasen, leiðari í Filmhúsinum, Katrin Petersen, stjóri í KVF og Jón Hammer, framleiðari og nevndarlimur í Filmshúsinum. 

Umframt eina stutta framløgu um NFTVF, taka fyrireikararnir millum annað hesi evni upp:
• Hvat eyðkennir føroyska filmsframleiðslu?
• Hvat eru størstu fíggjarligu og logistisku forðingarnar fyri, at smáar filmstjóðir kunnu bróta ígjøgnum altjóða?
• Er samframleiðsla ein loysn?
• Hvønn leiklut hava Filmhúsið, mentanarstovnar, KVF og føroyskir / norðurlendskir grunnar? 
• Møguleikar fyri stuðli til m.a.  útbreiðslu, festivalar, talentmenning og dubbing til føroyskt
• Hvussu kunnu Føroyar fáa atgongd til størri marknaðir og filmfestivalar?

Nordisk Film & TV Fond (NFTVF) er ein norðurlendskur grunnur, hvørs endamál er at menna og stuðla norðurlendsku films- og miðlavinnuni.

Nær: 8. februar kl. 13.00
Hvar: Norðurlandshúsið
Longd: 60-90 minutter. 
Mál: Skandinaviskt