Umhugsar tú at søkja stuðul frá BETRI, skal hetta gera umvegis sjálvgreiðsluni undir menupunktinum STUÐUL. Vinaliga lesa treytirnar niðast á síðuni. Freistin at søkja stuðul er 1. november 2024.
Heimildarfilmurin HEARTIST, sum Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi hava leikstjórnað, vann í gjár virðislønina fyri besta altjóða dokumentar á filmsfestivalinum DOC LA – Los Angeles Documentary Film Festival.
Meðan almenna prátið um filmsjáttanina á føroysku fíggjarlógini snýr seg um, hví henda filmsjáttan ikki eigur at vera skerd, tykist, at útlendingar í størri mun trúgva á føroyskan film enn føroyingar sjálvir.