Tíðindabræv

Góðu filmáhugaði og yrkisfelagar.

Tað eru spennandi tíðir í Filmshúsinum, og nógv spennandi er á skránni.

NORDDOK Ráðstevna – Fyriskipari: Nordisk Panorama  

Tann 27. okt. komu 50 filmsfólk úr Danmark og Grønlandi til Føroyar á ráðstevnu í samband NORDDOK ráðstevnuna, sum Nordisk Panorama skipaði fyri.

Nordisk Panorama ein árligur filmfestivalur, ið er arbeiðir fyri at stuðla og vísa norðurlendskar dokumentar- og stuttfilmar.

NORDDOK er ein stuðulskipan sum verður skipað av Det Danske Filminstitut og er ein serstøk peningajáttan á donsku fíggjarlógini. Endamálið við NORDDOK er at styrkja filmsumhvørvið í Grønlandi og Føroyum og styðja upp undir fleiri heimildarframleiðslum, sum kunnu breiða út vitan um Ríkisfelagsskapin.

Filmshúsið tók í móti gestunum á Hotel Føroyum og bjóðaðu teimum vælkomin. Skipað var fyri einum gongutúri ígjøgnum søguliga miðbýin í Havn við ferðaleiðara og síðani niðan at eta og smakka eina øl frá bryggjarínum OY.

Næstu tveir dagarnar vóru hildnir í Løkshøll í Runavík og bjóðaðu uppá verkætlananarframløgur og framløgur um m.a. ”Det Gode Pitch Materiale” sum Mette Heide, framleiðari og forstjóri í Plus Pictures, helt, har hon greiddi frá, hvussu hon ger pitch tilfar, tá hon skal fíggja danskar og útlendskar samframleiðslur.

Komandi Skeið

Næstu tvær vikurnar skipar Filmshúsið fyri eini røð av skeiðum, sum fevna um alt frá handritsskriving til filmsframleiðslu. Í samband við tað fáa vit dugnalig filmsfólk úr útlondum at undirvísa – eitt nú kann nevnast írski leikstjórin Brendan McCharty, sum m.a. fer at greiða frá sínum royndum við at framleiða genru film fyri lágan pening. Við hesum skeiðum vóna vit at menna førleikarnar hjá føroyskum filmsfólkum og styrkja áhugan fyri filmslistini.

Live Dubbing tiltak í Norðurlandahúsinum

Í samstarv við Norðurlandahúsið og Buster Film Festival skipar Filmshúsið fyri einum Live-Dubbing tiltakið fyri skúlaflokkum tann 20. nov. 6 føroysk ung og vaksin leggja rødd til tær mongu leiklutirnar í írska animatiónsfilminum: WOLF WALKERS/ÚLVAFÓLK beinleiðis úr salinum.

Tað verður ein lýrisk frásøgn við eini natúrligari og føroyskari tulking av filminum – sum at hoyra upplestur úr eini bók – tó stuðlað av framúrskarandi livandi myndum og livandi røddum.

Á hendan hátt bjóða vit teimum yngstu áskoðarunum inn og geva teimum møguleika at síggja ein animatiónsfilm, sum tey megna at skilja og fylgja við í – tí hann verður fortaldur á móðurmálinum.

Blíðar heilsur

Filmshúsið