Føroyski filmurin BIRITA er tilnevndur Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins
Fyri løtu síðani varð kunngjørt, hvørjir filmar eru tilnevndir at vinna eina av mest virdu filmsvirðislønunum í Norðurlondum.
Føroyar skrivaðu filmsøgu í fjør, tá ið Seinasta paradís á jørð eftir Sakaris Stórá vann Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins – fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur bæði varð tilnevndur og vann virðislønina.
Nú er møguleikin so aftur har. Talan er um heimildarfilmin BIRITA eftir Búa Dam, sum er føroyska uppskotið.
Føroyska dómsnevndin, sum hevur tilnevnt heimildarfilmin BIRITA, skrivar soleiðis um filmin:
„Í heimildarfilminum BIRITA eftir Búa Egason Dam fylgja vit einari sjónleikarafamilju, sum er í holt við at seta Lear kong eftir William Shakespeare á pall. Í miðdeplinum er mamma Búa, Birita – ein sjónleikari, ið hevur álvarsliga Alzheimer-sjúku – sum fær høvuðsleiklutin.
Samstundis sum Búi leikstjórnar bæði sjónleikin og heimildarfilmin, stríðist hann við at rættvísgera verkætlanina og etisku tvístøðuna. Eitt nú vísir spurningurin um vantandi førleikan hjá Biritu at geva samtykki á fullgóðum grundarlagi á torførar spurningar um sjálva verkætlanina.
Pápi hansara, Egi, roynir at finna javnvágina millum leiklutin sum maður Biritu og sum umsorganarpersónur. Men mitt í hesum meldrinum og spenningunum er ein lívsjáttandi, hjartanemandi og glað Birita. Hon avmarkast ikki, hóast vantandi minnið. Stemningurin verður lættari og bjartari, og tað ávirkar øll, sum eru partur av tilgongdini.“
Føroyska dómsnevndin
Formaður: Jan Berg Jørgensen, Filmshúsið – Faroese Film Institute
Nevndarlimur: Barbara Hilduberg, LISA (Listafólkasamband Føroya)
Nevndarlimur: Eir í Ólavstovu, Felagið Føroysk Filmsfólk
Føroyskt heiti:
BIRITA
Altjóða heiti:
BIRITA
Framleiðslufelag:
Outlier Projects
Framleiðarar:
Jón Hammer, Durita Sumberg Poulsen og Mark Steele
Høvuðshøvundur:
Búi Egason Dam
Leikstjóri:
Búi Egason Dam
Hinir kandidatarnir í ár eru:
- Danmark: BEGYNDELSER eftir Jeanette Nordahl
- Finnland: A LIGHT THAT NEVER GOES OUT eftir Lauri-Matti Parppei
- Ísland: THE LOVE THAT REMAINS eftir Hlynur Pálmason
- Noreg: AFFEKTIONSVÆRDI eftir Joachim Trier
- Svøríki: KEVLAR SOUL eftir Maria Eriksson-Hecht
Til ber at síggja teir tilnevndu filmarnar til ymisk serstøk høvi í Norðurlondum, millum annað í Norðurlandahúsinum í Havn 7.–10. oktober. Vinnararnir verða kunngjørdir 20. oktober.
Í sambandi við almannakunngerðingina eru eitt toymi av filmfólkum og Filmshúsið í Haugesund, har stóri norski filmsfestivalurin er. Búi Dam, Jón Hammer og Durita Sumberg Poulsen skulu øll luttaka á ymiskum tiltøkum, sum verða í hesum sambandi.
Filmshúsið
2026