BETRI STUÐUL

Betri Stuðul letur filmsstuðul við tí fyri eyga at menna føroyska filmslist. Krøvini eru, at filmsverkætlanin í høvuðsheitum er føroysk – t.v.s. á føroyskum máli, tikin upp í Føroyum og framleidd av føroyskum filmsfólkum. Høvuðsdentur verður lagdur á at stuðla føroyskum fiktiónsverkætlanum. Nú víðka vit stuðulin til eisini at umfata stuttfilmar, tó við nøkrum treytum.

Stuðul verður latin til hesi trý øki:

1) Stuðul til menning

2) Stuðul til liðuggerð (av spælifilmi)

3) Stuðul til stuttfilm

Filmshúsið og Betri Stuðul heita á føroysk filmsfólk um at taka av hesum møguleika og senda eina umsókn. Freistin at søkja er 1. november.

Les treytir og søk filmsstuðul HER